SJÓNVARP: Eg havi eina góða kenslu til dystin sunnudagin, sigur Glenn Ståhl, venjari

Byrjanin hevur verið góð og eg havi eina kenslu av, at tingin byrja at fella uppá pláss, sigur Glenn Ståhl venjari í sjónvarpssamrøðu.


Vit gleða okkum til sunnudagin, tá tíðini eisini er komin til at vit skulu vísa, hvat vit kunnu.

Eg ynski sum venjari, at vit spæla fótbólt, eru góðir við bóltinum og skapa málmøguleikar. Eg ynski eisini, at vit fara frá at verða eitt verju-kent lið til at spæla meiri álopskent.
Sjálvandi kunnu tað uppstanda støður, har tað miseydnast og vit tapa, men vit fara at halda fast í at spæla fótbólt, tí vit hava góðar fótbóltsleikarar á liðnum, sigur Glenn Ståhl, venjari, í sjónvarpssamrøðuni.

Og Glenn leggur afturat, at allir mans eru klárir og at hann hevur eina góða kenslu til dystin, og tippar, at Suðringar vinna 2-1.